Pengaskápið

Pengaskápið
Pris: Gratis
Kategori: Penger/Økonomi
Ingen stemmer
Lagt ut: 8 mai 2019
Firma: BankNordik
Størrelse: 28.91 MB
Versjon: 1.3.4
Utviklet for: iPhone / iPod Touch

Beskrivelse

Pengaskápið er ein app, sum fyrst og fremst er ætlað børnum. Appin gevur barninum yvirlit yvir nýtsluna og upphæddina á teirri kontuni, sum er knýtt at appini.
Barnið skal hava eina kontu í BankNordik fyri at kunna brúka appina. Foreldur kunnu fylgja við flytingum og upphædd á kontuni hjá barninum í Netbankanum, har tað eisini ber til at flyta barninum t.d. lummapengar. Barnið kann ikki sjálvt gera flytingar til aðrar kontur við appini.
Í Pengaskápinum kann barnið:
- síggja, hvussu nógv stendur á kontuni
- fáa yvirlit yvir nýtsluna á kontuni
- broyta sína vangamyndina í appini
- broyta ella taka egna bakgrundsmynd
Soleiðis verður appin tikin í nýtslu
Tá ið tú hevur tikið appina niður á telefonina hjá barninum, skalt tú seta teg í samband við okkum í BankNordik. Vit senda tykkum eitt fyribils loynital, sum skal brúkast, tá ið ritað verður inn fyrstu ferð. Síðani skal eitt nýtt loynital veljast.
Spurningar
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330 ella á telduposti info@banknordik.fo.
Vit vóna, at Pengaskápið verður eitt hent amboð.

Installer / App Store

Skjermbilder


Brukeromtaler

blog comments powered by Disqus

Installer

InstallerApp Store